top
Brúkarar á síðuni nú: 15

Ávaringarskelti

Ávaringarskelti vara við vanda. Tey vera vanliga bert sett á støðum, har trupult er hjá tí ferðandi frammanundan at varnast vandan, ella har hann er munandi størri, enn tann ferðandi kann rokna við.

Ávaringarskelti eru tríhyrnt og hava spíska endan uppeftir. Tey hava reyða rond og hvíta grund við svørtum tekni, sum sigur frá vandanum.

Uttan fyri fjølbygt øki standa ávaringarskeltini vanliga 150 til 250 m framman fyri vandastaðið. Verður annar fráleiki nýttur, verður hann tilskilaður á undirskelti.

Á fjølbygdum øki kunnu skeltini verða sett nærri vandastaðnum uttan tilskilan av fráleika.


 

Vandamikið vegamót har ferðslan frá tvørvegnum hevur treytaleysa víkiskyldu

Rundkoyring

Gonguteigur

Mótvegis ferðsla

Ferðsluljós

Vandi fyri bilrøð

Súkklufólk

Børn

Reiðfólk

Villini djór

Stórdýr

Hál koyribreyt

Leysir steinar

Skriðulop

Vandamikil vegaøksl

Bunga

Óslættur vegur

Vegarbeiði

Bugur til høgru

Bugur til vinstru

Vandamiklar sneiðingar,

tann fyrsta til høgru

Vandamiklar sneiðingar,

tann fyrsta til vinstru

Vegur smalkar báðumegin

Vegur smalkar vinstrumegin

Vegur smalkar høgrumegin

Flogfør flúgva lágt

Tunnil

Bratt undan brekku

Bratt móti brekku

Yvirumkoyring við

jarnbreyt uttan bumm

Yvirumkoyring við

jarnbreyt við bummi

Krossmerki við einkultspora jarnbreyt

Krossmerki við

fleirspora jarnbreyt

Frástøðumerking

(sett upp høgrumegin)

Frástøðumerking

(sett upp vinstrumegin)

Brúgv, sum latast kann upp

Hvirlur

Vandi

(tilskilað á undirtalvu)