top
Brúkarar á síðuni nú: 15

Forboðsskelti

Forboðsskelti seta serlig forboð.

Forboðsskelti eru rund. Flest teirra hava reyða rond og svørt tekin, sum lýsa forboðið.

Forboðsskelti verða vanliga sett beint við tað staðið, har ella haðan forboðið hevur gildi. Skelti, sum verða sett nakað frá staðnum, hava undirskelti, sum skila til fráleikan.

Um ikki annað er ásett í § 13, hevur eitt forboð gildi fram til næsta vegamót, um tað ikki frammanundan er avtikið við avtøkuskelti, ella annað boð er givið á undirskelti.


 

Forboðið at snara til høgru.

Forboðsskeltið verða sett beint við tað staðið, har ella haðan forboðið hevur gildi. Skelti, sum verða sett nakað frá staðnum, hava undirskelti, sum skila til fráleikan.

Forboðið at snara til vinstru.

Forboðsskeltið verða sett beint við tað staðið, har ella haðan forboðið hevur gildi. Skelti, sum verða sett nakað frá staðnum, hava undirskelti, sum skila til fráleikan.

Forboðið at venda.

Forboðið hevur bert gildi á tí vegamótinum ella í teirri innkoyringini, sum skeltið stendur við, uttan so at annað er ásett á undirskelti.

Eingin innkoyring.

Skeltið setir eisini forboð fyri at leiða súklu og prutl á akbreytini, uttan so at annað er fyrisett á undirskelti.

Forboðið motorakfari, traktori og motoramboði.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri koyring á prutli.

Forboðið motorsúklu.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri koyring á prutli.

Forboðið last- og vørumotorakfari.

Við undirskelti kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri akfør og akfararøð, sum tilsamans hava totalvekt meiri enn víst á undirskeltinum. Við teksti á undirskeltinum kann forboðið verða víðka til at hava gildi fyri alla arbeiðiskoyring.

Forboðið bussi.

Við undirskelti kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri akfør og akfararøð, sum tilsamans hava totalvekt meiri enn víst á undirskeltinum. Við teksti á undirskeltinum kann forboðið verða víðka til at hava gildi fyri alla arbeiðiskoyring.

Forboðið koyring við vandamiklum farmi.

Forboðið traktori og motoramboði.

Forboðið hestavogni og tílíkum.

Forboðið súklu og prutli.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri at leiða súklu og prutl.

Forboðið prutli.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri at leiða prutl.

Forboðið reiðfólki.

Forboðið at ríða og at leiða hest.

Forboðið gongufólki.

Forboðið akfari við veruligari totalvekt meiri enn víst.

Í vognraði hevur avmarkingin gildi fyri hvønn vognin sær.

Forboðið vognaraði við tilsamans veruligari totalvekt meiri enn víst.

Forboðið akfari við veruligum átrýsti meiri enn víst.

Forboðið akfari við veruligum bogietrýsti meiri enn víst.

Forboðið akfari breiðari enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari, sum við lassi er breiðari enn víst..

Forboðið akfari hægri enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari, sum við lassi er hægri enn víst.

Forboðið akfari ella vognaraði longri enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari og vognaraði, sum við lassi er longri enn víst.

Forboðið at fara framum annað akfar.

Tað er tó loyvt at fara framum súklu ella prutli við tveimum hjólum.

Forboðið lastvogni at fara framum annað akfar.

Skeltið setir forboð fyri, at lastvognur ella vognarað við total vekt tilsamans meiri enn 3,5 t. fer framum annað akfar, tó ikki súklu ella prutl við tveimum hjólum.

Forboðið fyri at fara framum heldur uppat.

Forboðið fyri at fara framum við lastvogni helldur uppat.

Staðbundið ferðarmark.

Skeltið setir forboð fyri at koyra við meiri ferð enn tilskilað tal av km um tíman.

Ferðarmark heldur uppat.

Skeltið kann hava undirskelti við sama tekni sum E 55 til tess at gera vart við, at tað stendur á fjøbygdum øki.

Forboð halda uppat.

Skeltið tekur av øll forboðsskelti á vegnum frammanundan, tó ikki steðg- og parkeringarforboð.

Forboðið at steðga.

Skeltið setir forboð fyri steðgi á akbreytini, uttan so at ferðslan ger tað neyðugt. Við undirskelti kann verða nærri greitt frá forboðum. T.d. kann verða tilskila, at forboðið bert hevur gildi ávísar dagar í vikuni ella ávísar klokkutíðir, og at tað aðrar tíðir kann vera forboð fyri parkering ella ásett tíðaravmakað parkering.

Forboðið at parkera.

Skeltið setir forboð fyri parkera á akbreytini.

Steðgið.

Orsøkin til steðgin er tilskilað við teksti ella tekni undir tvørstrikuni.

Forboðið øllum akfrøum.

Skeltið setir forboð fyri allari koyring báðar vegir millum skeltið og næsta vegamót. Við undirskelti, kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri gjøgnumkoyring ella í ávísum tíðarbilum.