Statt TEORIROYNDINA
við 99,9% vissu
Brugere online: 7
Indtast venligst dit brugernavn og adgangkode:
» Glemt din adgangskode?

 
 
 
 
Alt okkara teoritoymi hevur brúkt teoriroynd.fo, og mong okkara stúrdu fyri, hvussu vit fóru at standa okkum til teoriroyndina, men tað kundu vit havt spart okkum, tí øll stóðu royndina fyrstu ferð við ongari upp í 2 villur, bara ein hevði 3 villur, vit vóru 18 tilsamans – takk fyri, teoriroynd.fo

Fríði Atlason
Eg stóð royndin fyrstu ferð við einans einum feili, og tað hevði eg ikki gjørt uttan góða hjálp frá teoriroynd.fo. Eg byrjaði fyrstu ferð við ókeypis teoriroyndunum og skilti skjótt, hvussu góðar ferðsluroyndirnar vóru, umframt at teoriroynd.fo hevur øll ferðsluskeltini, sum eru týðandi partur av teoriundirvísingini og –royndunum. Eg gjørdi beinan vegin av at keypa Gullpakkan, og tað eri eg sera fegin um nú.

Christina Nathalia Jacobsen
Við hesum vil eg fegin rósa tykkara teoriroyndum. Fyri júst einari viku síðan var eg uppi til roynd og dumpaði so logandi, tí eg fekk 7 feilir. Ein fittur royndarluttakari vísti mær á tykkara heimasíðu og vissaði meg um, at eg um eina viku fór at standa royndina við tykkara royndum. Eg lurtaði eftir honum – OG STÓÐ ROYNDINA Í GJÁR VIÐ EINANS EINUM FEILI. Fegin var eg, og til tykkara kunning skal eg skoyta uppí, at eg so sanniliga eri 72 ára gomul. Hetta prógvar dygdina á tykkara royndum.

Túsnd tøkk! Lise Underbjerg
Hey, Teoriroynd Eg havi júst staðið royndina við ongum feili. Tykkara myndir mintu nógv um tær, vit fingu í dag! Uttan tykkara hjálp hevði eg ofta verið í iva undir royndini. Eg vil bara takka tykkum!

Vh Maria J
Takkað tínum góðu royndum stóð eg teoriroyndina. Myndirnar vóru góðar. Samanbornar við myndatilfarið til sjálva royndina vóra tær frálíkar. Tað er óskiljandi, at ljósmyndir verða vístar í 2012 – og so enntá við einum Volvo Amazon sum heilt vanligum bili í ferðsluni. Hasar myndirnar eru minst 30-40 ára gamlar. Spurningarnir í tínum royndum eru beinraknir samanbornar við veruleikan.

Bo Pedersen

Ástøðisroynd á netinum
Tak eina ókeypis ástøðisroynd ella keyp tær rættin til fleiri enn 1.000 ástøðisspurningar. Okkara ástøðisroyndir og spurningar líkjast nógv royndunum á Akstovuni til koyrikort B.

Byrja ástøðisroynd
Lær ferðsluskeltini
Ein týdningarmikil partur av ástøðisfrálæruni er at duga tey ymisku ferðsluskeltini. Tú kanst læra teg ferðsluskeltini við okkara ástøðisroyndum á netinum.

Lær ferðsluskeltini
Góð ráð til royndina
Mong stúra fyri ástøðisroyndini á Akstovuni. Lær at fyrireika teg til ástøðisroyndina, m. a. hvat er hent at hava í huga.


Les góðu ráðini
Copyright © Teoriroynd.fo - All Rights Reserved.

DANPAQ Web Content Management System by DAN.