top
Brúkarar á síðuni nú: 6
Print side E-mail side 

Vegleiðing til teoriroyndina

Sjálv ástøðisroyndin (teoriroyndin) gongur soleiðis fyri seg, at tú skalt klikkja teg gjøgnum eina røð av spurningum, serliga ferðsluspurningar sæddir frá føraraplássinum.

Tú skalt bara taka støðu og svara tí, tú sært á myndini, uttan so at beinleiðis verður spurt um annað. Upplýst verður, hvussu skjótt, tú koyrir, ella hvagar tú skalt. Síðan kemur ein spurningur um, hvussu tú ætlar at halda fram, hvat tú ætlar at gera, ella hvørjum tú skalt serliga ansa eftir. Onnur sløg av spurningum kunnu eisini koma fyri.

Ástøðisroyndin (Teoriroyndin) umfatar 25 myndir, har tú skalt svara einari røð av spurningum við upp til fýra svarmøguleikum til hvørja mynd.

Tú kanst í mesta lagi svara 5 av 25 spurningum galið, um tú skalt standa royndina.
1 skeivur krossur í einari mynd ella 4 skeivir krossar í somu mynd telja tað sama.


Hvat skal eg minnast til?

Gevið gætur: Minst til at hava alt við. Tú verður burturvíst/ur, um hetta manglar:

  • Tína umsókn
    Kanna um allar kravdar undirskriftir eru skrivaðar.
  • Lektionsplan
    Kanna um navn og allar kravdar undirskriftir eru skrivað.
  • Góðkent samleikaprógv við mynd.
    T.d. pas.
  • Uppihladsloyvi
    Møguligt uppihaldsloyvi skal vísast.
  • Koyrikort, tá ið tú fert til eftiransandi roynd.
    Koyrikortið skal latast inn, um tú stendur ikki royndina

Ver fyrireikað/ur

  • Ver ikki strongd/ur. Møt í góðari tíð, helst eitt korter fyri royndina, tí hurðarnar verða stongdar stundisliga. Møtir tú, eftir at hurðarnar eru læstar, er royndin farin fyri skeyti, og tú noyðist at gjalda fyri nýggja roynd – og aftur at bíða!
  • Tá ið royndin er byrjað, mást tú fylgja væl við, tí rødd og myndir steðga ikki á. Ivast tú í einum svari, skalt tú minnast til, at ofta er fyrsta innskotið tað rætta.

Spent/ur innan royndin byrjar

Tey flestu er spent, men hugsa um, at tú ert væl fyri eftir at hava gjøgnumgingið ástøðisroyndirnar frá teoriroyndir.fo. Umframt eru tveir vegleiðandi venjingarspurningar, áðrenn sjálv royndin byrjar. Fellur eru ikki lagdar inn í royndirnar. Ætlanin er ikki, at tú skalt fella!

Verklig roynd

Minst til at hava við:

  • Umsókn um koyrikort.
  • Pass ella upprunadóps- ella navnaseðil
  • Møguligt uppihaldsloyvi.
  • Lesiætlan (logbøkur) við øllum undirskriftum.

Omanfyristandandi er ikki galdandi fyri endurtøku -og eftiransandi. 

Endurtøku -og eftiransandi koyriroynd
(Verklig roynd)

Ring tel. 737475 um tú ynskir at leiga góðkendan skúlavogn til koyriroyndina.  Góðkendur skúlavognur er ein treyt til koyriroyndina.