Keyp og gjalding
1. Mítt loyniorð riggar ikki. Hvussu geri eg?
Trupulleikin kann koma av, at:
- Títt loyniorð verður misnýtt (Fyri at tryggja teg móti misnýtslu, verður títt loyniorð strikað, um skipanin varnast misnýtslu. Nýtt loyniorð verður síðan sent til tína teldupostadressu av sær sjálvum)
- Tú hevur skrivað skeivt loyniorð
- Loyniorðið er útgingið.
- Tú hevur biðið um skeivt mál. (Tú kanst velja mál ovast í høgra horni).
- Tú hevur fingið atgongd til skeivan bólk ella til skeivt tungumál. Tú skal verða inni á www.teoriroynd.fo
2. Feilur hendi, tá ið eg skuldi gjalda. Hvussu geri eg so?
- Um gjaldið er virkjað og peningurin farin av tínari kontu, kanst tú fáa títt loyniorð sent til tína teldupostadressu, um tú klikkir á "Gloymt loyniorð" við síðuna av Innrita.
3. Hví havi eg ikki fingið mítt loyniorð?
- Orsøkin kann vera, at tú hevur skrivað skeiva teldupostadressu
- Hygg í spam/junk, um loyniorðið er endað har.
- Feilurin kann vera, at gjaldið er ikki farið ígjøgnum.
- Er peningurin farin av tínari kontu, og tú hevur ikki fingið loyniorðið sendandi, skalt tú seta teg í samband við okkum:
4. Hví er upphæddin goldin av mínum gjaldkorti meira enn eina ferð? Hvussu geri eg?
- Send hesar upplýsingar til:
- Keypsdag.
- 19 tey seinastu tølini av keypsnummarinum, sum tú hevur fingið sendandi til tína teldupostadressu, ið tú nýtti til keypið.
Gev gætur, at vit endurrinda ikki fyri loyniorð, ið hava verið nýtt. (hevur innritað)
5. Kann eg trygt at gjalda fyri keypið við mínum gjaldkorti?
- Á teoriroynd.fo kanst tú trygt gjalda við tínum gjaldkorti.
- Á teoriroynd.fo er kanst tú trygt gjalda við tínum gjaldskortið. Dankorti, Visa/Dankorti, Visa Electron, Master Card, tí vit hava eitt sonevnt SSL-samband fyri at tryggja, at eingin annar kann fylgja við, tá ið títt kortnummar ella aðrar upplýsingar verða sendar teoriroynd.fo, tí flytingin fer fram við bronglaðum (skeiklaðum, krypteraðum) telduupplýsingum. Harafturat hevur teoriroynd.fo strangar avtalur, ið seta okkara heimasíðu sera strong trygdarkrøv.
- Tínar gjaldsupplýsingar verða ikki goymdar á teoriroynd.fo.
- Meðan tú ritar navn, bústað og aðrar veitingarupplýsinger er skipanin tó ikki bronglað.
6. Hví gongur gjaldið av mínum gjaldkorti ikki ígjøgnum?
- Kanska er hámarksgjald á tínari kontu.
- Tú hevur av misgávum skrivað skeivt kortnummar ella skeivt evstamark
- Títt kort er kanska útgivið fyri stuttum og er ikki virkjað enn
- Tú skalt seta flugubein fyri: "Eg góðtaki keypstreytirnar".
- Tú mást syrgja fyri at skriva tað langa nummarið framman á tínum gjaldkorti (har navn títt stendur). Somuleiðis er umráðandi at skriva, nær kortið gongur út, evstamark (stendur eisini frammanfyri á kortinum). Trygdartalið er trý tey seinastu tølini í nummarinum á baksíðuni (har tú undirskrivar kortið).
7. Hvør er munurin á Gull-, Silvur-, Bronsu- og Garantitilboðnum?
- Allir pakkar hava somu ástøðisroyndir, og munurin er bara, hvussu langa tíð loyniorðið er virkið. Pakkarnir hava einans talgildar ástøðisroyndir og eru ikki pappírstøkir.
- Garantipakkin gevur umframt ástøðisroyndir eisini atgongd til 185 minuttir online-undirvísing (https://www.teoriroynd.fo/570/garantipakkin)
8. Hvussu long tíð gongur eftir keypið, til eg fái loyniorðið?
- So skjótt tú hevur goldið, fært tú loyniorðið á skermin (skriva tað ev). Loyniorðið verður samstundis sum SMS til tína fartelefon og til tín teldupost.
9. Eg havi biðið um skeivt dagatal. Hvat kann eg gera við tað?
- Gev gætur, at loyniorð, sum hava verið virkin, verða ikki afturgoldin.
- Um tú hevur ikki ritað inn á teoriroynd.fo við tínum loyniorði, kanst tú senda okkum teldupostin, sum tú hevur fingið sendandi við loyniorðinum, og greiða frá, hvussu nógvar dagar tú skalt keypa.
- Tað er ikki gjørligt at afturkalla keypið og at fáa alla upphæddina afturgoldna.
10. Iðranarrættur.
Gev gætur, at iðranarrættur verður IKKI veittur talgildum keypi.
Nýtsla
11. Hví er trupulleiki við ljóðinum? Tað kann vera tí,
- at ljóðið er ikki sett til.
- at tú hevur ikki dagført kagan (brósaran).
- at teldan hevur onga ljóðeind.
- at ljóðeindin sigur frá aðrari sending.
- at ljóðeindin virkar ikki rætt.
- Brek kann koma á ljóðið/grafikkin, um tú hevur eina eldri útgávu av tínum kaga.
- Royn ein annan kaga (browsara), t.d. Mozilla Firefox, ið sampakkar væl við teoriroynd.fo
12. Hví umskarast ljóðið á myndini?
Skipanin virkar soleiðis, at tá ið tú fert undir eina ástøðisroynd, tekur tú í grundini niður bæði bæði mynd og ljóð. Sama hvussu skjótt títt netsamband virkar, koma løtur, tá ið sambandið arbeiðir sera seint. Tað kann koma av nettrupulleikum hjá okkara ella tínum veitarum, men oftast kemur trupulleikin av eykaskráum. (Eykaskráir í kaganum eru t.d. leitiskipanir ella aðrar skráir, ið vanliga standa á amboðslinjuni í kaganum), støddini á minninum í tínari teldu, plássi og støðuni á harðdiskinum og teimum skráum, ið arbeiða samstundis, sum tú ert inni á teoriroynd.fo.
Góð ráð til tín, ið hevur tráðleyst net.
Tá ið tú fært samband við eina tráðleysa netskipan (Wi-Fi), kann ferðin á netsambandinum verða ávirkað bæði av, hvar eindin stendur, og um aðrar tráðleysar eindir eru í sama øki. Far nærri sendistøðini fyri at bøta um ferðina, og ansa eftir, at einki stendur ímillum sendaran og telduna og forðar beinleiðis sambandinum.
13. Hóast eg havi svarað øllum spurningum rætt, verður tað hvørki reytt, gult ella grønt. Hvat geri eg skeivt?
- Har skal einki flugubein standa við Úrslit millum spurning (einki stig). (Tú hevur sett flugubein framman fyri Úrslit millum spurningar (einki stig))
14. Hví eru einans 11 ástøðisroyndir?
- teoriroynd.fo hevur gjørt av einans at brúka somu spurningar, sum tú kanst vænta at fá til endaligu royndina á Akstovuni. Vit kundu sjálvandi økt okkara ástøðisroyndir við hundraðtals royndum, men tað er ikki skilagott, tí tað hevði verið óneyðugt, og sum fyrr nevnt, so hava vit nærum somu royndir sum endaligu royndirnar á Akstovuni. Stendur tú royndirnar hjá Teoriroynd.fo, ert tú sera væl fyri til at standa tína endaligu ástøðisroynd.
15. Kann eg síggja, hvørjum royndum og myndum eg havi svarað skeivt?
- Ja, tá ið ástøðisroyndin er liðug, kemur eitt yvirlit yvir allar myndirnar. Klikkir tú á myndina við reyðari rond, sært tú spurningarnar, rætta svarið og fráfreiðingina.