top
Brúkarar á síðuni nú:
Print side E-mail side 

Um Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er einasta føroyska heimasíðan við dygdargóðum ástøðisroyndum, sum eru skipaðar og framlagdar soleiðis, sum Akstovan ger í veruligu teoriroyndunum.

Royndirnar eru mentar av koyrilærara við drúgvum royndum og fakligum innliti í krøvini til eina nútímans og haldgóða undirvísing.

Áðrenn royndirnar vórðu almannakunngjørdar, hava meira enn 130 næmingar roynt tær – og allir hava staðið teoriroyndina fyrstu ferð. Hetta sigur nógv um dygdina og virknaðin av tilfarinum á Teoriroynd.fo.

Soleiðis brúkar tú Teoriroynd.fo

Vit viðmæla staðiliga, at tú gjøgnumførir allar royndirnar við grønum úrsliti.. Tað vil siga, at tú hevur svarað nóg væl til at fáa grøna váttan eftir hvørja roynd.

Fært tú grønt úrslit í øllum royndunum, hevur tú sama grundarlag sum 99,9% av teimum, ið hava staðið fyrstu ferð.

Alt tú hevur brúk fyri – alt á einum stað

Teoriroynd.fo fevnir um alt tað, tú hevur tørv á fyri at klára teoriroyndina:

  • Fullfíggjaðar ástøðisroyndir í sama sniði sum hjá Akstovuni

  • Evnisroyndir og føroyskir undirvísingarfilmar

  • Støðug dagføring, so tilfarið altíð er dagført og tíðarhóskandi

  • Greið boð beinanvegin eftir hvørja roynd, so tú kanst læra og betra teg

Vit viðmæla Garantipakkan

Vit viðmæla at keypa Garantipakkan, sum gevur tær:

  • 90 dagar fullan atgongd til allar ástøðisroyndir
  • Atgongd til allar evnisroyndir
  • Føroyskar undirvísingarfilmar

Við Garantipakkanum fært tú alt tað, tú hevur tørv á fyri at læra væl og tryggja tær eitt gott úrslit.
Undirvísingarfilmarnir í Garantipakkanum eru sum ein livandi og sjónlig teoribók, har tú lærir á føroyskum við bæði livandi myndum og greiðari frásøgn. Hetta ger tað bæði lættari og skjótari at skilja evnini – og tú sparir tíð, samanborið við at lesa alt sjálvur.

Við Garantipakkanum kanst tú venja, tá tú hevur tíð og orku, og á tann hátt, sum passar tær best.
Tú kanst endurtaka tað, tú hevur trupult við, og fáa eitt gott yvirlit yvir øll evnini.

Sum ein serligur fyrimunur endar hvør partur av undirvísingini við einari teoriroynd, so tú beinavegin kanst royna teg og fáa greiða støðumeting av, hvat tú dugir.
Hetta er nakað, sum einans er við í Garantipakkanum.

Tú fært eina lættari læring, størri tryggleika – og betri møguleikar at standa fyrstu ferð.

Leiga av skúlavogni

Til koyriroyndina kanst tú leiga ein góðkendan skúlavogn við manuel ella automatgir, eftir hvat tú velur. Tað er eitt krav at nýta góðkendan skúlavogn..

Hevur tú brúk fyri skúlavogni, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum – vit hjálpa fegin við leiguni.
 

Vit ynskja tær góða eydnu við læringini!

Vinarliga
Teoriroynd.fo